Umhugsar at gevast sum landari

-Heilsuna havi eg havt sera góða. Eg havi verið eina ferð hjá lækna, og tað var við meniskskaða - og tað er tað, sigur Johannes.

Tá skip og bátar landa á Kósina í Klaksvík, arbeiða menn á bryggjuni við at taka ímóti kassum og kørum. Tá liðugt er at landa, skulu tóm kør og tómir kassar umborð, so skipini eru klár at sigla aftur.

Ein av hesum vælhýrdu landarunum er Johannes Jacobsen í Haraldssundi.

Á røddini hoyrist, at hann ikki er norðoyingur, hóast hann hevur búð í Norðoyggjum, síðan hann var 31 ár. Óivað var tað konan, sum var orsøk til at hann gjørdist haraldssundsmaður, men tað angrar hann ikki.

-Eg eri uppvaksin í Víkarbyrgi. Vit vóru 6 børn í bygdini tá og fleiri í summarfrítíðini. Sum ungur fór eg til skips, ja, fylti 14 ár í Grønlandi. Síðani sigldi eg við ymiskum skipum, til eg var 57 ár. Tá fór eg í land og havi verið landari síðani. Fyrstu árini landaði eg hjá Fiskamarknaðinum og síðstu árini hjá Kósini.

Tað sigur Johannes Jacobsen, sum mikudagin 28. august verður 80 ár.

-Heilsuna havi eg havt sera góða. Eg havi verið eina ferð hjá lækna, og tað var við meniskskaða - og tað er tað, sigur Johannes takksamur og brosandi.

-Eg havi ikki arbeitt inni á virkinum, men havi landað. Tað hevur mær dámt væl. Tí havi eg ikki arbeitt allar dagar í viku, men havi harafturímóti ofta arbeitt langar dagar, fyri at gera landingina lidna og gera skipini klár at fara avstað aftur, sigur hann.

Spurdur, hvat hann fer at gera, nú hann hugsar um at gevast at landa, og harvið gevst við einum langum arbeiðslívi í fiskivinnuni, svarar hann:

- Kanska eg arbeiði árið út. Men eg verði ikki arbeiðsleysur, tá eg gevist, tí eg havi bæði seyð, gæs, dunnur og annað, sum dagliga skal hava føði og røkt, sigur Johannes Jacobsen.

Honum verður ynskt tillukku við 80 ára føðingardegnum og Guds signing yvir lívskvøldið.

Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook, sum eisini eigur myndina.