Arbeiðsmarknaður: 57 ára gamal settur sum nýggjur rakstrarleiðari

Starvaðist 12 ár sum stýrimaður og skipsinspektørur hjá A.P. Møller

Niels Jørgen Nielsen er 57 ára gamal og hevur drúgvar royndir innan skiparakstur og sjóvinnu.

Niels varð útbúgvin skipsførari í 1989, og eftir lokið skipsføraraprógv var hann í 12 ár stýrimaður og skipsinspektørur hjá A.P. Møller. Árini 2013-19 sigldi hann sum yvirstýrimaður og avloysaraskipari við Smyrli og var eina tíð stýrimaður á Norrönu.

Tá ið Skipaeftirlitið, nú Sjóvinnustýrið, var yvirtikið, var Niels í fýra ár sýnsmaður har. Hann hevur eisini fleiri ára starvsroyndir sum próvdómari hjá Akstovuni og lærari á Vinnuháskúlanum og Brandskúlanum.

Rakstrardeildin er umframt leiðaran mannað við skipinspektøri, tekniskum leiðara, manningarsamskipara og trygdarsamskipara. Úti á skipunum eru skipararnir og maskinstjórarnir tættastu samstarvspartar hjá rakstrarleiðaranum.