Veðrið

Forsøgn galdandi til leygardagin á middegi

 

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Smáskýggjað og ælaveður. Í kvøld lækkar hann í sunnan. Skýggjað og løtur við regni.

Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í 13 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður, kanska onkur sólglotti. Hitin millum 7 og 12 stig.

Leygardagin

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, sum frá líður gongur hann upp í vestan og veksur upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Samdrigið og regn, um kvøldið skýggjað og ælaveður. Hitin millum 7 og 11 stig.

Sunnudagin

Frískt lot til frískan vind vestan og av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, seinnapartin og um kvøldið minkar hann niður í lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður ella løtur við regni. Hitin millum 6 og 12 stig.

Mánadagin

Lítið lot av útnyrðingi, minni enn 5 m/s, sum spakuliga gongur niður í sunnan. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Um kvøldið og náttina gongur hann upp í eystan og veksur upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Tað kemur regn sunnaneftir. Hitin millum 6 og 12 stig.

Týsdagin

Frískur vindur upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í 15 m/s. Samdrigið og regn. Sum frá líður gongur hann í sunnan. Skýggjað og einstøk æl. Hitin millum 9 og 13 stig.