Veðrið

Forsøgn galdandi til hósdagin á middegi

 

Lot til frískt lot vestan, sum lækkar í sunnan, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt.

Um middagsleiti gongur vindurin í landsynning og veksur upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, í støðum upp í 18 m/s. Samdrigið og tað fer at regna av útsynningi.

Um kvøldið fer vindurin aftur í útsynning og minkar niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Tað slítur í og klárnar til eitt skiftandi skýloft við einstøkum ælum.

Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í ein strúk sunnan, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin millum 6 og 12 stig.