Havstovan ávarar um, at trol kunnu fløkjast upp í útgerðina
Amerikanska granskingarskipið Neil Armstrong setir í løtuni (21.-26. august, 2024) níggju havfrøðiligar fortoyningar á botn norður av Íslandsrygginum (Mynd 1). Henda útgerð røkkur upp á 100 metra dýpi, og tískil er týdningarmikið, at fiskifør geva sær far um hana.
Vegna vanda fyri at trol kunnu fløkjast upp í útgerðina, verða knattstøðurnar vístar á almenna sjókortinum hja Søfartsstyrelsen og á skipanini Fishfact, sum nógvir skiparar brúka. Vit mæla til, at fiskiskip vísa varsemi í hesum økinum, sum er nær við íslendska markið
Fortoyningarnar eru línur, strektar millum tungt søkk á botni, og eitt flot á 100 m dýpi. Vísindalig útgerð ferðast upp og niður eftir hesum línum tvær ferðir um dagin. Nærri lýsing av fortoyningunum sæst á myndunum
HER SÍGGJAST allar mátingar og gráfar Gevið gætur: Mátiútgerð norðanfyri - Havstovan