Fáir vinnuligir útróðarbátar hava galdandi siglingarloyvi

Støðan er als ikki nøktandi

Tøl frá Sjóvinnustýrinum vísa, at sera fáir vinnuligir útróðarbátar hava galdandi siglingarloyvi.

Í bólki 5A eru tað bert 36% sum sigla lógliga, og í bólki 5B, sum eru teir, ið fiska fyri meiri enn kr. 200.000, eru tað bert 39%, sum sigla lógliga.

Tað er krav, at hesir bátar verða sýnaðir, áðrenn Sjóvinnustýrið útskrivar teimum siglingarloyvi.

Trygdin hevði verð munandi betur, um tað var krav at hava galdandi siglingarloyvi, áðrenn útróðarbátar fingu útskrivað fiskiloyvi.

Støðan er als ikki nøktandi, og tí fara átøk at verða sett í verk fyri at rætta skeivleikan.

Fáir hava siglingarloyvi (fma.fo)