Veðurforsøgnin
Í dag
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, í støðum upp í frískan vind, 10 m/s, klárt ella smáskýggjað og turt, í støðum kanska mjørki. Um náttina fer hann í landsynning. Hitin 10 til 15 stig.
Sunnudagur
Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, klárt ella smáskýggjað og turt. Hitin 10 til 15 stig.
Mánadagur
Lot til frískan vind eystan, 3 til 10 m/s, smá- ella hálvskýggjað, í støðum kanska mjørki. Yvirhøvur turt, men sum líður á seinnapartin okkurt ælið. Um náttin lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, smá- ella hálvskýggjað og okkurt ælið. Hitin 9 til 14 stig.
Týsdagur
Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, klárt ella smáskýggjað, í støðum kanska mjørki, og yvirhøvur turt. Um kvøldið minkar vindurin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, tað dregur á luftina og okkurt ælið. Um náttin fer hann at mala av ymsum ættum. Hitin 8 til 14 stig.
Mikudagur
Lot til frískt lot av ymsum ættum, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 7 til 12 stig.