Lítil áhugi fyri makrelinum í norskum sjógvi
Áhugin hjá føroyskum skipum at fiska makrel í norskum sjógvi er lítil, fyri ikki at siga eingin.
Fyrsta føroyska skipið var annars veg í norskan sjógv at fiska makrel, men fór ongantíð hagar.
Arctic Voyager fór úr Fuglafirði sunnukvøldið.
Hann er fyribils einasta føroyska skipið, sum hevur biðið um at sleppa í norskan sjógv eftir makreli.
Arctic Voyager er nú á veg til Føroya.
Skipini fáa ikki nógvan makrel nú í føroyskum sjógvi ella í altjóða sjógvi.
Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo