Royna semju ímillum Maskinmeistarafelagið og KAF
Nú klokkan níggju byrja samráðingar millum Maskinmeistarafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið um maskinmeistarar hjá SEV og IRF.
Semingsstovnurin skipar fyri.
Semingsstovnurin kravdi, at semja fyrst skuldi fáast um arbeiðstíðarreglur í nýggja sáttmálanum, áðrenn onnur krøv vera viðgjørd.
Arbeiðsbólkurin liðugur
Ein arbeiðsbólkur við fólki hjá KAF og Maskinmeistarafelagnum var settur at gera uppskot um hesar reglur.
Arbeiðsbólkurin er nú liðugur.
Samráðingarnar slitnaðu 5. juli, og Semingsstovnurin var boðsendur. Sáttmálin fór úr gildi í oktober 2022.
Samráðingarnar eru á Hotel Føroyum.
Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo