Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin 

Frískt lot upp í frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt, í støðum er møguleiki fyri mjørka.

Sum líður á fyrrapartin minkandi vindur niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið í støðum. Í kvøld og í nátt lítið lot sunnan og av landsynningi, hálvskýggjað og stundum regn.

Fyrrapartin í morgin gongur hann upp í eystan, tað dregur á luftina og verður ælaveður. Hitin 10 til 15 stig.