Tíðindi

Strandfaraskip skulu vera endurgjaldið hjá vinnuni

Nógv færri russisk skip í føroyskum havnum. 97 upp- umskipaðu í fjør. Bara fýra í ár

 

Ætlanin hjá landsstýrinum um at endurnýggja strandferðsluflotan skal vera eitt slag av endurgjaldi til føroysku vinnuna, sum hevur mist, tí havnirnar í Føroyum eru stongdar fyri russiskum skipum.

Ætlanin er at byggja fýra ella fimm skip.

Hesi skip skulu í størstan møguligan mun byggjast í Føroyum.

Hetta fer væntandi at vera eitt íkast til fyritøkur, sum havnarstongsilin ávirkar.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til Beinir Johannesen, løgtingsmann.

Løgmaður sigur, at havnarstongsilin, sum kom 12.juli, hevur gjørt, at nógv færri russisk skip  koma í føroyska havn. 

Ringt er et meta, hvussu hetta fíggjarliga rakar fyritøkur, sum lata russiskum skipum tænastur og vørur, sigur løgmaður eisini.

Beinir Johannesen spurdi eisini um virksemið hjá russiskum skipum í føroyskum havnum síðani 12.juli og um eftirlit við russiskum fiskiskipum. 

Nógv færri upp- og umskipingar

Sambært Vørn vóru 97 um- og uppskipingar hjá russiskum skipum í føroyskum havnum frá 12.juli til 4.desember í fjør.

Í sama tíðarskeiði í ár vóru fýra um- og uppskipingar.

Harumframt hava russisk skip verið 18 ferðir við bryggju í øðrum ørindum enn um- og uppskiping. 

Tey hava bunkrað, og í einum føri var skip inni við sjúkum manni, sum hevði brúk fyri lækna.

Frá 12.juli til 11.desember í fjør vóru 11 eftirlitsvitjanir á russiskum fiskiskipum, meðan tey lógu við bryggju.

Hetta svarar til níggju prosent av um- og uppskipingunum í tíðarskeiðinum.

Eftirlit

Í sama tíðarskeiði í ár hevur Vørn gjørt seks eftirlitsvitjanir.

Tríggjar vóru, meðan skipið lá við bryggju og umskipaði.

Hetta svarar til 75 prosent av um- og uppskipingunum.

Tvær vóru, meðan skipið var til fiskiskap, og ein, tá skipið kom inn at bunkra. 

Vørn fekk tvær milliónir krónur aftrat í ár í august vóru tvey eftirlitsfólk sett aftrat og tveir eygleiðarar vóru settir í vetur, stendur í svarinum hjá løgmanni.

Tað skrivaði Høgni Djurhuus á kvf.fo tann 22. des.