Tað skal loysa seg at fiska svartkjaft til matna
Fiska svartkjaft til matna
-Tað sigur seg sjálvt, at skal tað loysa seg at fiska svartkjaft til matna, má prísurin liggja nakað omanfyri prísin til ídna, sigur Bjarni.
Í gjár landaði pelagiski trolarin Vestmenningur til Fiskavirkið í Vestmanna. Síðani sigldi hann til Fuglafjarðar og landaði restina til Pelagos.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð við jólapakkum og fekk tá orðið á skiparan, Bjarna í Skálum.
Tá hann varð spurdur hví teir landaði í fleiri støðum, var svarið:
-Fiskavikið í Vestmanna hevur eina royndarkvotu eftir svartkjafti til matna. Hana hava vit fiskað nú, og hava landað nøkur tons í Vestmanna og so landa vit restina til Pelagos í Fuglafirði.
-Vit hava roynt vestanfyri eftir stórum svartkjafti, tí hann er betri til matna. Sleipini skulu vera stutt og túrarnir stuttir, fyri at góðskan á fiskinum skal vera so góð sum gjørligt.
Hetta er ein royndarætlan, í vón um, at kunna lyfta svartkjaftin upp í virði, so hann vónandi verður meiri mannaføði enn djóraføði, sigur Bjarni.
-Hvat verður gjørt við svartkjaftin?
-Hann verður skildur í støddir og frystur á báðum virkjunum, hóast hagreiðingin ikki er heilt tann sama í Vestmanna sum á Pelagos, sigur hann.
-Eru tit lidnir við kvoturnar í ár?
-Ja, nú eru vit lidnir. Árið er brúkiligt, eisini tí prísirnir hava verið rímiliga góðir. Men tað sigur seg sjálvt, at skal tað loysa seg at fiska svartkjaft til matna, má prísurin liggja nakað omanfyri prísin til ídna, sigur Bjarni.
-Hvussu eru útlitini fyri 2027?
- Eg haldi tey eru rímiliga góð. Vónandi hækka kvoturnar og so fáa vit 40 % av kvotuni hjá Biritu, sum vit hava keypt saman við Arctic Voyager. So er at vóna, at fiskaprísirnir eisini verða góðir, sigur Bjarni.
Teimum á Vestmenningi og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook-vanga sínum