Ein onnur Katrin Jóhanna er komin í føroyska flotan
Ein onnur Katrin Jóhanna er komin í føroyska flotan fyri ta, sum var seld til Noregs í oktober.
Partafelagið Katrin Jóhanna í Sørvági hevur keypt uppsjóvarskipið Quantus úr Skotlandi fyri 44,7 mió. kr.
Skipið var skrásett í Føroyum í gjár.
Tað er bygt í Noregi í 2008.
Katrin Johanna er góðar 65 metrar long og 14,2 metrar breið.
Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo

