Dunga-Jákup klárur at verða handaður seinni í mánaðanum
Seinasti royndartúrurin hjá nýggja frystitrolaranum Dunga Jákupi gekk so mikið væl, at skipið nú er um at verða klárt at handað Varðanum. Sámal Joensen, fyribilsstjóri í P/F Varðanum, sigur við Eysturoyarportalin, at reiðaríið vónar at doypa skipið í Gøtu í viku 48. Síðani fer skipið beinleiðis til fiskiskap.
Dunga Jákup er bygdur til botnfiskiskap og avloysir Rankan, sum Varðin seldi í 2023. P/F Hvanngarður eigur skipið, og ætlanin er at hava tvær manningar við 9 monnum í hvørjari.
Umborð verður fiskurin......LES ALLA GREININA HER Dunga-Jákup klárur at verða handaður seinni í mánaðanum - Eysturoyarportalurin
Myndin av facebook - vanganum hjá MEST August 2026.

