Skip to main navigation Skip to main content Skip to page footer

Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin

 

Frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. 

Út á fyrrapartin veksur vindurin eitt skiftið upp í skrið, 18 m/s. 

Seinnapartin sunnan og vindurin miknar líðandi niður í lot til frísk lot, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður, í støðum okkurt grovt æl. Í kvøld frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt æl. 

Í nátt frískur vindur upp í strúk av landsynningi ella suðri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. 

Út á fyrrapartin í morgin strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s, skýggjað og okkurt æl. Hitin 4 til 9 stig.