Veðrið
Frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s; skiftandi skýloft og ælaveður.
Fyrrapartin sum frálíður frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s; skiftandi skýloft og ælaveður ella regn.
Í nátt minkar hann eitt skifti niður í frísk lot til frískan vind og lækkar niður í sunnan, 5 til 10 m/s; skiftandi skýloft og ælaveður.
Fyrrapartin í morgin veksur hann aftur so líðandi til frískan vind upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s; hálvskýggjað og yvirhøvur turt.
Hitin 4 til 8 stig.