Skip to main navigation Skip to main content Skip to page footer

Føroyar og Grønland hava gjørt sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2027

T.D hakkar toskakvotan við 225 tonsum

Føroyar og Grønland hava í dag gjørt sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2027. Samráðingarnar vórðu hildnar í Tórshavn 23. og 24. november.

Jaliga gongdin í prísunum á uppsjóvarfiski, umframt øking í heildarkvotuni av svartkjafti gjørdi, at tað var gjørligt at økja um kvoturnar til føroysk skip í grønlendskum sjógvi.

Toskakvotan hækkar við 225 tonsum og svartkalvakvotan í Eysturgrønlandi hækkar við 75 tonsum. Aðrar kvotur til føroysk skip eru óbroyttar í mun til 2026.

Úrslitið av samráðingunum er sostatt, at føroysk skip í 2027 kunnu fiska tilsamans 2.575 tons av toski í grønlendskum sjógvi við 25 tonsum av kalva sum hjáveiðu, meðan brosmukvotan verður 175 tons. Føroysku kvoturnar av svartkalva í grønlendskum sjógvi verða 350 tons í Eysturgrønlandi og 100 tons í Vesturgrønlandi.

Grønlendsku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2027 verða 22.400 tons av svartkjafti og 3.300 tons av norðhavssild. Sostatt hækkar kvotan av svartkjafti við 2.000 tonsum í mun til 2026, meðan kvotan av norðhavssild lækkar við 1.600 tonsum. Grønland fær eisini atgongd til føroyskan sjógv at fiska grønlendsku svartkjaftakvotuna í altjóða sjógvi í NEAFC-økinum, sum í 2027 er 5.747 tons.

“Fiskiveiðiavtalan við Grønland hevur stóran týdning fyri føroysk skip, og eg gleðist um, at tað eydnaðist at økja um veiðimøguleikarnar hjá føroyskum skipum í grønlendskum sjógvi í 2027”, sigur Bárður av Steig Nielsen, landsstýrismaður.

 


Á myndini eru Katrine Kærgaard, samráðingarleiðari fyri Grønland, og Janet Skarðsá, samráðingarleiðari fyri Føroyar.