Veðrið
Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og okkurt æl. Seinnapartin gongur hann í norðan, lítið lot, minni enn 5 m/s, og bert okkurt ælið.
Seint í kvøld ella tíðliga í nátt, lot til frískt lot av norðan, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður, í støðum við vátakava ella kava.
Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður við vátakava ella kava í støðum. Hitin -2 til +6 stig