Forsøgn 

Veðrið til og við týsdagin

 

Lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, skýggjað og okkurt æl. Í nátt lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt æl. Hitin 5 til 11 stig.

Fríggjadagin

Frískt lot til frískan vind sunnan, sum fyrrapartin fer í útsynning, 3 til 8 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað og okkurt ælið. Um kvøldið og um náttina lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað og okkurt ælið. Hitin 5 til 10 stig.

Leygardagin

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt æl. Hitin 5 til 10 stig.

Sunnudagin

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt æl. Hitin 5 til 10 stig.

Mánadagin

Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Út á kvøldið og um náttina frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin 5 til 10 stig.

Týsdagin

Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Út á dagin minkar hann vindin niður í lítið lot av ymsum ættum minni enn 5 m/s, og tað slítur í. Hitin 4 til 9 stig.