Helga Bára Mohr Vang, fiskifrøðingur á Havstovuni
ICES mælir til, at í mesta lagi 552 tons av toski verða fiskað á Landgrunninum næsta ár. Tað er ein minking upp á heili 91 prosent í mun til tilmælið fyri í ár.
Tað er altjóða havrannsóknarstovnurin, ICES, sum mælir til ógvusliga niðurskurðin.
- Gýtingarstovnurin er nú so lítil, at hann væntandi fer niðurum lívfrøðiliga vandamarkið næsta ár, sigur Helga Bára Mohr Vang, fiskifrøðingur á Havstovuni.
552 tons
Úr 6.075 tonsum og niður í 552 tons.
So ógvuslig er broytingin í tilmælinum hjá ICES um toskaveiðuna á Landgrunninum.
Høgt veiðitrýst og vánalig tilgongd verða mett at vera høvuðsorsøkirnar til, at toskastovnurin er minkaður.
Samstundis verður mett, at sløk 11.000 tons av toski verða fiskað á Landgrunninum í ár.
Tí kann tað hjá fiskimanninum, sum upplivir góðan fiskiskap í løtuni, vera torført at skilja, at fiskifrøðingarnir meta stovnin vera so illa fyri.
Stórar avleiðingar
Fyri heimaflotan kann tilmælið fáa stórar avleiðingar.
Toskur og hýsa verða ofta fiskað saman, og ICES sigur seg ikki kunna áseta, hvussu nógvir fiskidagar svara til tilmælið, sum er 552 tons av toski.
Men hóast fiskiskapurin eftir toski verður skerdur munandi næsta ár, er tað langt frá vist, at stovnurin kemur fyri seg aftur í 2028.
Sambært ICES eru sannlíkindini bara umleið 50 prosent fyri, at stovnurin kemur uppum lívfrøðiliga vandamarkið.
Og sjálvt um fiskiskapurin eftir toski steðgar heilt næsta ár, eru sannlíkindini bara eitt vet størri - 55 prosent.
So spurningurin er, hvussu nógv kann vinnast við at skerja fiskiskapin, og hvussu stóran týdning hava náttúruviðurskiftini fyri, at toskastovnurin kemur fyri seg aftur.
Hoyr samrøðuna við Helgu Bára Mohr Vang, fiskifrøðingur á Havstovu Ógvusligur niðurskurður | Kringvarp Føroya
Greinin er av heimasíðuni hjá KVF.fo