Ísborg ikki fingið fiskiloyvi enn

Skipið skal umvælast, áðrenn tað fer í vinnu

Ísborg, sum var keypt úr Íslandi fyri einum góðum mánaði síðani, hevur ikki fingið fiskiloyvi enn.

Skipið skal umvæltast fyrst, áðrenn tað fer í vinnu.

Reiðaríið Ango í Vági keypti Margrét úr Íslandi fyri 8,75 millíónir evrur, 65,4 mió. kr.

Skipið er 18 ára gamalt og bygt í Noregi.

Tá Ísborg er umvæld, kostar hon reiðaríinum 75 milliónir krónur.

Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo.

Reiðaríið Ango í Vági keypti Margrét úr Íslandi, og skipið eitur nú Ísborg.

Mynd: Samherji