Skip to main navigation Skip to main content Skip to page footer

Veðrið - seinnapartin veksur vindurin upp í strúk ella skrið

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin

 

Frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft og turt. 

Seinnapartin veksur vindurin upp í strúk ella skrið, 13 til 18 m/s. 

Í kvøld dregur á luftina og sum frá líður er samdrigið og ælaveður. 

Í nátt frískur vindur upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. 

Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk 8 til 13 m/s, framvegis samdrigið og regn. Hitin 5 til 10 stig.