Sjómannakvøld við línu á skránni leygarkvøldið 21. november kl. 19.00
Leygarkvøldið 21. november kl. 19.00 fara vit undir nakað nýtt, sum vit vóna kann gerast eitt afturvendandi tiltak, nevniliga sjómannakvøldini
Hesa ferð verður evnið lína og stállínuskip. Til høvið hava vit boðið fýra sjómonnum at líta aftur á tíðina umborð á línuskipi. Gardar Joensen, Richard Leonson, Ingolf Johannesen og Gudmund Gudmundsen hava allir verið við línuskipi og fara at sita í panelinum hetta kvøldið. Jørgen Niclasen verður vertur, og fer at leiða prátið.
Vit gleða okkum at hoyra teir greiða frá upplivingum og minnum frá tíðini til sjós, bæði í gaman og álvara
Harmonikutónleikur og felagssangur verða á skránni, mikrofonin verður frí, og kaféin er opin.
Vit gleða okkum til eitt hugnaligt sjómannakvøld við góðum práti, sangi og søgum frá lívinum á sjónum. Afturat hesum verður stór myndaframsýning av línuskipum og modelskipum, sum eisini verður spennandi at síggja. Vit vóna at síggja nógv fólk og vænta, at Messan verður fullsett
Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo
h https://atgongumerki.fo/events/3820492...
Kostnaður: 150 kr.
See less

