Skip to main navigation Skip to main content Skip to page footer

50 oyru lægri tilfeingisgjald á svartkjafti til matna

fleiri framleiðsludagar og starvsfólkunum støðugari arbeiði

Tilfeingisgjaldið á svartkjafti, sum verður landaður og virkaður til matna í Føroyum, eigur at vera 50 oyru lægri fyri kilo enn á svartkjafti til ídna. Tað kann geva føroyskum virkjum fleiri framleiðsludagar og starvsfólkunum støðugari arbeiði.

Londini rundan um okkum arbeiða fyri at varðveita arbeiðspláss og fáa meira virði burtur úr egnum tilfeingi. Tað eiga vit í Føroyum eisini at gera. Tá lítið er at fáa av øðrum uppsjóvarfiski, kunnu nakrar eyka landingar av svartkjafti gera munin á, um eitt virki er í gongd ella stendur stilt. Fleiri framleiðsludagar gera tað lættari at halda upp á roynd starvsfólk, nýta útgerðina betur og veita útlendskum keyparum vøru regluliga.

Møguleiki at virka 50.000–80.000 tons til matna

Við einum lægri tilfeingisgjaldi kunnu vit fáa umleið 50.000–80.000 tons av svartkjafti til matnaframleiðslu í Føroyum. Ein partur av svartkjaftinum, sum kundi verið virkaður til matna her, verður ofta landaður uttanlands. Tá fer arbeiðið við at virka fiskin eisini av landinum, og føroyski felagskassin kann í síðsta enda fáa minni inn, tí lønir, skattainntøkur og avleitt virksemi í størri mun verða skapt uttanlands.

Tað er eisini ein menniskjalig síða við uppskotinum. Tá svartkjafturin er egnaður til matna, kunnu vit brúka hann beinleiðis til at gera mat til fólk. Soleiðis kann ein størri partur av veiðuni enda sum matur á borðinum.

Virðisøkingin kemur samfelagnum til góðar

Ein gjaldsmunur á 50 oyrum fyri kilo svarar til 500 krónur fyri tonsið. Tað kann gera tað meira áhugavert hjá skipunum at landa til matna og geva matnavirkjunum betri møguleika at kappast um rávøruna.

Tá svartkjaftur verður skildur, frystur og pakkaður til matna í Føroyum, verður virði skapt á virkjunum. Framleiðslan gevur eisini arbeiði hjá føroyskum veitarum, eitt nú innan flutning, pakkitilfar og viðlíkahald. Um gjaldsmunurin førir til meira matnaframleiðslu, kunnu virðisøkingin og ringvirkningarnir geva samfelagnum meira, enn landskassin missir í tilfeingisgjaldi. Tað veldst um, hvussu nógv eyka framleiðslu uppskotið elvir til.

Fleiri landingarmøguleikar kunnu stytta køina hjá Havsbrún

Tá fleiri skip vilja landa samstundis, kunnu matnavirkini taka ímóti einum parti av veiðuni, um tey hava tøka móttøkuorku og fiskurin lýkur krøvini til stødd og góðsku. Tað kann minka um trýstið á móttøkuna hjá Havsbrún og stytta bíðitíðina hjá skipunum.

Støddin á fiskinum hevur týdning

Størri svartkjaftur er betur egnaður til matna. Eitt lægri gjald kann tí gera tað meira áhugavert hjá skipunum at fiska, tá fiskurin hevur ta stødd og góðsku, sum matnavirkini hava brúk fyri. Verður minni fiskað av smáum og ungum svartkjafti, kunnu fleiri fiskar fáa høvi at vaksa og gýta. Ein møguligur fyrimunur fyri stovnin veldst um, hvussu veiðimynstrið broytist í verki.

Lægra gjaldið skal fylgja matnaframleiðsluni

Lægra gjaldið eigur at galda fyri ta nøgd, sum kann skjalprógvast at vera landað og virkað til matna í Føroyum.

Uppskotið hevur serliga týdning í teimum vikunum, tá ein eyka landing kann halda einari framleiðslulinju gangandi. Fáa vit fleiri slíkar landingar, kunnu vit varðveita arbeiðspláss og fáa meira mat og størri virði burtur úr føroyska svartkjaftinum.