Tað er stórt og fløvandi, at onkur hugsar um okkum

Kappin fingið jólapakkar

Kappin fingið jólapakkar

-Tað er stórt og fløvandi, at onkur hugsar um okkum sjómenn, og tað gerst sjónligt og ítøkiligt við jólapakkunum, sigur hann.

Í nakrar dagar hevur frystitrolarin Kappin ligið í Norðhavnini.

Teir hava landað og so skal okkurt viðlíkahald gerast áðrenn teir eftir ætlan fara aftur til fiskiskap seinni í vikuni.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, og hevði jólapakkarnar við. Tá hitti hann stýrimannin Erling Mørkøre, sum millum annað segði:

-Vit hava roynt eftir blálongu og fiskiskapurin var brúkiligur. Veðrið var buldrasligt fleiri av døgunum, og tá kom ikki nógv burturúr. Annars var túrurin brúkiligur.

Tá Erling varð spurdur, um jólapakkarnir hava týdning, svarar hann:

-Ja! Stóran týdning. Tað havi eg upplivað við fleiri ymiskum skipum og bæði í fiskivinnu og í frálandavinnu. Tað er stórt og fløvandi, at onkur hugsar um okkum sjómenn, og tað gerst sjónligt og ítøkiligt við jólapakkum, sigur hann.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu!

Mynd: Erling, saman við tveimum av manniningini.