Bæði vaktarskipini verða nú tøk aftur

Tjaldrið fer væntandi í sigling seint í næstu viku, og Brimil verður liðugur um hálva aðru viku

Tey bæði vaktarskipini, Brimil og Tjaldrið, fara nú aftur í sigling eftir størri viðlíkahalds- og umvælingararbeiði.

Seint í næstu viku verður Tjaldrið væntandi klárt at fara aftur í sigling,  upplýsir Jóhan Simonsen, fyrbilsstjóri í Vørn.

Brimil verður tøkur aftur um hálva aðru viku.

Tíðliga í august fór Brimil til umfatandi viðlíkahalds- og umvælingararbeiði, sum eftir ætlan skuldi vera liðugt hálvan oktober.

Tjaldrið fekk maskinbrek

Síðani 20. august hevur einki vaktar- og bjargingarskip verið tøkt, tí Tjaldrið fekk maskinbrek, samstundis sum Brimil var í dokk.

Roknað var við, at tað fór at taka longur tíð at fáa eykalutir til Tjaldrið, sum fekk maskinbrek seint í august.

Men arbeiðið at umvæla Tjaldrið hevur gingið betur enn væntað, sigur virkandi stjórin í Vørn.

Tað skrivar Birita Matras Petersen á kvf.fo