Skip to main navigation Skip to main content Skip to page footer

Dunga Jákup handaður

Talan er um eitt framkomið skip

 

Mánadagin 23. november 2026, varð nýbyggningur 118 handaður Varðanum á samkomu í Runavík. Skipið verður formliga doypt "Dunga Jákup" seinni í vikuni.

Talan er um eitt framkomið skip, sum er útgjørt til framtíðar krøv. Skipið er 44,15 metrar langt og 11,60 metrar breitt. Frystitrolarin hevur ein framkomnan Wartsila-25 motor við 2611 HK. 

Hetta er ein motorur, sum brennur lítið og sum er gjørdur klárur til at verða umbygdur til grønar loysnir. 

Sniðið á skipinum er gjørt í góðum samstarvi millum Varðan og MEST so ein kann tryggja so góð arbeiðsviðurskifti og hentleikar til manningina umborð sum møguligt.  Skipið hevur eina fabriksloysn við eini frystiorku á 40 tons um dagin.

MEST ynskir Varðanum og manningini hjartaliga til lukku við nýggja skipinum.