Veðrið
Frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s.
Í kvøld minkar hann vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, og í nátt lækkar hann í vestan. Skýggjað við sólglottum og onkur æl, í støðum við vátakava. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig.
Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, sum frá líður veksur upp í frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og ælaveður. Hitin 2 til 7 stig

