Landsfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag 2026

verður á KG-Hotel 28. des kl 10.

§ 9 LANDSFUNDUR

Landsfundurin er hægsta vald felagsins, og hann verður hildin hvørt ár í november ella desember. Fundurin skal boðast frá við 3 viku freist.

Á landsfundinum koma hesi mál til viðgerðar:

1. Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári.
2. Val av teimum nevndarlimum, sum standa fyri vali.

3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
4. Val av grannskoðara.
5. Ásetan av limagjaldi.
6. Uppskot frá nevnd og limum.
7. Annað.

Landsfundurin verður skipaður av felagslimunum, sum møta á fundi, og hava hesi atkvøðu, talu- og uppskotsrætt. Uppskot skulu vera nevndini í hendi tríggjar vikur undan landsfundinum.

Uppskot um lógarbroyting skulu hava undirtøku frá 3/5 av limunum, sum eru skrásettir at taka lut í landsfundinum.

Nærri um fundin seinni.

Viðtøkur