Tveir nevndarlimir standa fyri vali 28. desember
Hotel KG verur karmur um landsfundin 28. desember 2026.
Tveir nevndarlimir standa fyri vali hvørt ár eisini í ár.
Tiltakslimirnir standa fyri vali triðja hvørt ár, teir nýtast tó ikki at standa fyri vali sama ár.
Limur, sum ikki sjálvur er á landsfundi, kann stilla upp sum nevndarlimur. Tað skal gerast við skrivi til felagið í seinasta lagið tríggjar dagar áðrenn landsfundin.
Um limur verður skotin upp á sjálvum landsfundinum og hann ikki er til staðar, skal hann tríggjar dagar frammanundan hava sent felagnum eina váttan, har hann játtar uppstillingina.
Her er uppskot til landsfundarskráin
Klokkan 10.00 landsfundurin byrjar
Á landsfundinum koma hesi mál til viðgerðar:
1.Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári.
2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
3. Val av grannskoðara.
4. Ásetan av limagjaldi.
Klokkan 11:30
Hanus Kjølbro: Hvat er El Niñio og
Osmund Justinussen: Hvat ger El Niñio?
5. Uppskot frá stjórn og limum.
6. Annað.
Føroya Fiskimannafelag