Hoyr samrøðuna: Burturbeinir stórar nøgdir av seiði hvørt ár
Hvørt ár verða millum eina og hálvafimtu millión seiðir burturbeindir í føroysku alivinnuni.
Tað vísir ein nýggj meting hjá Firum.
Seiðurin svimur inn í aliringarnar, men veksur seg so stóran, at hann sleppur ikki út aftur, og verður tí burturbeindur.
Granskarar hava kannað magan á 314 alilaksum í seks alibrúkum fyri at vita, um laksurin etur seið. Granskararnir hava eisini greinað skrásetingar av burturbeindum seiði í fýra alibrúkum frá 2017 til 2025.
Úrslitið er ein meting, sum vísir, at millum eina og 4,5 mió seiðir verða burturbeindir um árið, tá alilaksur verður tikin.
Hoyr samrøðu við Kirstin Eliasen, granskara á Firum, í útvarpstíðindunum: Alivinnan burturbeinir stórar nøgdir av seiði hvørt ár | Kringvarp Føroya
Tað skrivar Herbjørg H. Jøkladal á kvf.fo, sum eisini gjørdi samrøðuna.

