Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin

 

Frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, skýggjað og ælaveður við regni ella kava.

Seinnapartin veksur vindurin upp í strúk ella skrið, 13 til 18 m/s, skýggjað og ælaveður við vátakava í støðum.

Í kvøld gongur hann upp í norðan, strúkur í vindi ella skrið, 13 til 18 m/s.

Í nátt frískur vindur upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s, skýggjað og ælaveður.

Fyrrapartin í morgin minkandi niður í frískan vind ella strúk norðan, 8 til 13 m/s, skýggjað og okkurt æl. Hitin -1 til + 7 stig.