Tíðindi

Snarfrost tekur nú ímóti sild

Ein móttøkuhøll er bygd vestanfyri, umframt tað er ætlanin at gera ein tilbygning oman ímóti bryggjukantinum

Snarfrost tók ímóti uppsjóvarfiski í 2019 og 2020, men hevur ikki tikið ímóti uppsjóvarfiski síðan, men í gjár kom sild inná virkið.

Í løtuni verður virkið royndarkoyrt. Alt koyrir ikki enn, men tá ið alt koyrir sum tað skal, so fáa tey fryst 100 tons av uppisjóvarfiski um samdøgnið.

Á Snarfrost ber nú til bæði at singulfryst, blokkfrysta og tunnilsfrysta uppisjóvarfisk. Umframt tað eru eisini maskinur til at avhøvda og skera fløk av uppisjóvarfiski.

Pole J. Hansen er í heyst settur sum virkisleiðari á Snarfrost.

LES ALLA GREININA HER jn.fo | Myndir: Taka nú ímóti sild á Snarfrost

Les eisini: Byggja út á Snarfrost