Hetta var ikki meiningin
Fast Track ella Snarskipanin hevur nú verið í gildi so leingi, at ein stórur partur av útlendingunum, sum er komin til Føroya at arbeiða undir skipanini, skjótt fær rætt til varandi uppihaldsloyvi í Føroyum.
Talan er um eini 2.000 fólk.
Sí innslag í Degi og viku niðanfyri
Tað var Magnus Rasmussen, táverandi landsstýrismaður í vinnumálum, sum setti Fast Track-skipanina í gongd.
Vinnulívið hevði leingi heitt á myndugleikarnar at skipa fyri smidligari atgongd til útlendska arbeiðsmegi uttan fyri ES. Fast Track-skipanin var ætlað at loysa ein bráðfeingis tørv á arbeiðsmegi eitt tíðarskeið.
Formaðurin í Búskaparráðnum vísir á, at hóast vit hava sett á stovn eina snarskipan at fáa til vega fyribils arbeiðsmegi, sum fer avstaðaftur, so er ikki vist, at tað altíð verður so.
Búskaparráðið heldur, at útlendska arbeiðsmegin betrar um haldførisavbjóðingina.
Sí innslag í Degi og viku og samrøðu við Johnny í Grótinum, formann í Búskaparráðnum. 2.000 útlendingar fáa rætt til varandi uppihaldsloyvi | Kringvarp Føroya
Tað skrivar Høgni í Jákupsstovu á kvf.fo

