Tíðindi

Nýggj bók um fiskimið - Rithøvundur er Jógvan Ingvard Olsen

123 fiskimið eftir toftamenninar Nicolaj Olsen og Kristoffur í Hálvdanstoft eru nú komin út í bók

123 fiskimið eftir toftamenninar Nicolaj Olsen og Kristoffur í Hálvdanstoft eru nú komin út í bók. Vitanin um mið og ýtir verður ikki á náttúrligan hátt latin víðari til komandi ættarlið longur. Tí hevur tað ligið Jógvan Ingvard Olsen nógv á hjarta, at fáa hesi mið á prent á ein hátt, so tey lættliga kunnu takast við til útróðrar og brúkast.

Stutt um bókina:

Tittul: MIÐABÓK - Dýrgripir frá eini farnari tíð

Rithøvundur: Jógvan Ingvard Olsen

Prísur: 350,- kr

Tilfar: Pappír, sum í ein ávísan mun tolir vatn, A4-stødd við spiralryggi

Um áhugi er fyri at keypa bókina, kann hetta gerast við at skriva persónlig boð ella teldupost til eina av hesum:

Dagunn Clementsen – [email protected]

Jensia Brodersen – [email protected]

Hervør Didriksen – [email protected]