Tíðindi

Bók um Johan Olsen, fyrrverandi sjómanstrúboðara, úr Rituvík

Bókin byggir mest á dagbøkur, men eisini á samrøður við familju, vinir og bygdafólk, og nógvar myndir eru í bókini.

Var løgd fram í Missiónshúsinum í Rituvík í seinastu viku.
Tað er Oda Johansdóttir, dóttir Johan, sum hevur skrivað bókina, sum er 200 síður.
Hon greiddi frá arbeiðinum við bókini og frá innihaldinum. Uppmøtingin var góð, tí umleið 85 fólk vóru til framløguna.

Bókin byggir mest á dagbøkur hjá Johan, sum hann skrivaði frá 1960, tá hann byrjaði sum sjómanstrúboðari. Hann skrivaði dagbók heilt til hann andaðist í 2003.
Johan, sjómanstrúboðarin, við einum armi, var ein kendur persónur, sum ferðaðist nógv. Flestu fólk minnast hann mest fyri sítt ótroyttiliga arbeiði fyri sjómansheimið Ørkina í Reykjavík.

Tað var eitt av hansara stóru hjartamálum, saman við missiónshúsinum í Rituvík og Runavíkar Sjómansheimi.

Johan ferðaðist eisini nógv um føroya landið við gleðiboðskapinum, vitjaði sjómanskvinnuringar, skip og var dúgligur til húsvitjanir. Sum trúboðari vitjaði hann eisini í Onglandi og í Danmark.

Bókin byggir eisini á samrøður við familju, vinir og bygdafólk, og nógvar myndir eru í bókini.
Bókin viðgerð eisini familjuviðurskiftir og bygdalív í Rituvík, sum er hugaligt at fáa út í bók, nú Rituvík í ár er 150 ár.

Tað skrivar Torleif Johannesen á trubodin.fo