Tíðindi

Árið er brúkiligt, men ikki líka gott sum í fjør

Seinna hálvárið er soltið, sigur Betuel Johannesen, skipari á Klakki

Árið er brúkiligt, men ikki líka gott sum í fjør. Vit hava fiskað minni, og so hevur prísurin verið lægri enn í fjør. Tað sigur Bethuel Johannesen, skipari á Klakki.

Í morgun landaði frýstlínuskipið Klakkur 140 tons av avhøvdaðum fiski í Klaksvík. Teir høvdu roynt í fýra vikur undir Føroyum og á Íslandsrygginum. Líggjas Johannesen var skipari. Longu áðrenn døgurða fór Klakkur avstað aftur og nú er bróðurin, Bethuel Johannesen skipari.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í morgun við jólapakkum, og fekk tá eitt prát við Betuel.

Spurt var millum annað, hvussu árið hevur roynst?

- Árið er brúkiligt, men ikki líka gott sum í fjør. Vit hava fiskað minni, og so er prísurin lægri enn í fjør. Fyrra hálvárið var gott, og tá royndu vit uttanfyri Føroyar. Seinna hálvárið er soltið, tí vit royna við Føroyar, og her er sera smáligt við fiski. Tí etur seinna hálvár fyrra hálvár upp, og ov lítið liggur eftir, sigur Bethuel.

- Tí er tað nógv meiri spennandi at fiskað aðrastaðni, enn við Føroyar. Grundin er einfald hon, at tað er skjótari at fiskað aðrastaðni, tí tað er nógv meiri fiskur at fáa. Fyri okkara viðkomandi er tað  ongastaðni so vánaligur fiskiskapur sum við Føroyar. Tað sama siga skipararnir á hinum línuskipunum, sigur hann.

Greinin stendur á facbook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini. Myndina eigur facebook-síðan KG 9.