Veðrið
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Sum líður á fyrrapartin frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s.
Fyrst seinnapartin minkar avfallið niður í bert okkurt æl.
Út á seinnapartin frískur vindur upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s; samdrigið og regn, stundum grovt regn.
Í kvøld frískur vindur upp í hvassan vind eystan, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s; norðanfyri eitt skiftið tíðliga á kvøldi av landnyrðingi. Samdrigið og samregn.
Í nátt frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s; móti morgni av norði sunnanfyri.
Fyrrapartin í morgin minkar hann vindin niður í frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, í støðum tó upp í strúk, 13 m/s; samdrigið og regn, í støðum grovt regn. Hitin 5 til 9 stig, í morgin upp í 10 stig.

