BIRITA TN 132 er seld

Vestmenningar og Hvalbingar hava keypt

 

Sum skilst so er partafelagið sum eigur Biritu TN 132 nú selt. Keypararnir eru ognarnarnir aftanfyri  Vestmenning, sum koma at eiga 40% ognarnarnir aftanfyri ARCTIC VOYAGER, sum koma at eiga 60%.

Sum skilst er keypsprísurin onkunstaðni ímillum 250 og 300 mill. kr..

Birita er ikki gamalt skip í føroyska flotanum. Tað kom á Havnina í november í 2021. Skipið kallaðist tá Havfisk og var tá keypt úr Norra.

Í november í 2025 var ætlan at selja Biritu. Tá skrivaði Frihedsbrevet, at trý reiðarí høvdu ætlanir at bjóðað 258 milliónir krónur, men tað kom ikki so langt.

Herfyri var ætlanin at Birita skuldi uppí eitt stórreiðari. 

Kappingareftirlitið hevði tá góðkent, at Ango, Gráastein og helvtin av felagnum Kinnfelli, sum nú eitur smápartafelagið 7. mai 2026, skuldu leggja saman í eitt felag. Men tað bleiv av ongum. 

Nú er partafelagið aftanfyri Biritu selt, sum skilt fyri í millum 250 - 300 mill. kr. til tvey feløg, eitt í Hvalba og eitt í Vestmanna.