Veðrið
Í morgun hvassur vindur ella skrið millum útsynning og vestan, 15 til 20 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður.
Sum dagurin líður minkar vindurin.
Fyrrapartin til strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, mesti vindurin norðanfyri, seinnapartin til frískan vind upp í hvassan vind 10 til 15 m/s og í kvøld frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður.
Í nátt frískt lot til frískan vind, hann lækkar niður í sunnan, 5 til 10 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt.
Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s. Skýggjað og ælaveður.
Hitin 7 til 11 stig.

