Minningarhaldið allahalgannadag

Tað er ein nevnd ið tekur støðu til, hvørji verða nevnd á tí almenna minningarhaldinum allahalgannadag.

Allahalgannadag minnast vit tey, ið sjólótust ella lótu lív í sínum yrki á sjónum vegna sjúku ella vanlukku.

Minningarhaldið allahalgannadag er bæði staðbundið, umboðandi tað lokala økið, og alment yrkisliga, umboðandi allar Føroyar.

Tað staðbundna minningarhaldið tekur atlit at nærumhvørvinum og lagnu fólksins í økinum.

Tað almenna minningarhaldið til minnis um føroyingar, ið eru deyðir í yrki á sjónum, verður hildið á Vinnuháskúlanum í Tórshavn kl. 14. Tað er Sjómansmissiónin, ið skipar fyri.

Á tí almenna minningarhaldinum talar Løgmaður og Heri prestur hevur eina andakt. Síðani leggur Løgmaður ein krans við minnisvarðan í Viðarlundini í Tórshavn. 

Gudstænastan í Dómkirkjuni kl. 20 fylgir tí almenna minningarhaldinum.

Í brátt farna allahalganna ári kravdi sjólívið og yrki við sjógvin eitt mannalív.

Við sorgblídni og virðing nevna vit navn hansara, ið farin er:

Eyðfinn Rólant Johansen úr Miðvági andaðist 14. desember 2025 umborð á partrolaranum Stelki, 69 ára gamal. 

Vit lýsa djúpa samkenslu við teimum avvarðandi og lýsa Guðs frið yvir minnið um Eyðfinn Rólant Johansen. 
=== 
Um sjólátin
Tey, sum verða nevnd á almenna minningarhaldi teirra sjólátnu, eru skrásett hjá Landsfólkayvirlitinum at búgva í Føroyum og hava latið lív í yrki á sjónum, av sjúku ella vanlukku.

Tað er ein nevnd við umboðnum fyri Manningarfeløgini, Reiðarafelagið, Vørn, Mentamálaráðið, Løgmansskrivstovuna, Sjómansmissiónina og Fólkakirkjuna, ið tekur støðu til, hvørji verða nevnd á tí almenna minningarhaldinum allahalgannadag.