Hetta er fyrstu ferð, at eitt írskt skip landar hjá Varðanum Pelagic

Tvey útlendsk skip eru á veg

Tvey útlendsk skip eru á veg til Varðan Pelagic á Tvøroyri at landa makrel.

Fyrst landar Beinir kl 09.00 í morgin árini 450 tons av makreli, og í hølinum á honum kemur írska skipið Sheanne við 500 tonsum av makreli. Skipini hava fiskað eystanfyri Hetlands.

Beinur hevur landað fleiri ferðir áður á Tvøroyri.

Hetta er fyrstu ferð, at eitt írskt skip landar hjá Varðanum Pelagic, og vit vóna og vænta at at síggja fleiri skip landa í Suðuroy framyvir.

Tað skrivaði heimasíðan hjá Varðanum í gjár, sum eisini brúkti hesa myndina.