Veðrið
Frískt lot til frískan vind vestan, seinnapartin lækkandi niður í útsynning, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað ella skýggjað og okkurt ælið.
Í kvøld fer vindurin at veksa. Í nátt frískur vindur upp í hvassan vind millum útsynning og sunnan, 10 til 15 m/s, skýggjað og okkurt ælið.
Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind millum útsynning og sunnan, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s, tað dregur á luftina til samdrigið og sum frálíður ælaveður ella regn.
Hitin 6 til 11 stig.

