Fiskimenn fara nú at fáa fleiri pengar, tá skip teirra vera løgd til umvælingar
Tað var Føroya Fiskimannafelag sum setti fram krav um, at fiskimenn ikki skulu bíða í 30 dagar fyri at sleppa upp í ALS, men heldur í 15 dagar. Hin broytingin var, at vit ikki skulu vera avmarkaðir at vera í skipanini í 60 dagar, men heldur í 90 dagar, segði Jan Højgaard í februar 2025.
Nú er so kunngerðin á veg og sett í verk.
Nú fáa fiskimenn arbeiðsloysisstuðul, tá skipið hevur ligið í 30 dagar.
Tað skal broytast til 15 dagar.
Stuðul skal latast fyri í mesta lagi 90 dagar í sambandi við hvørja umvæling.
Nú er talið 60 dagar.
Almanna- og Bústaðamálaráðið hevur sent til hoyringar uppskot um broytingar í kunngerð um útgjald til fiskimenn, tá skip teirra vera løgd til umvælingar.
Galdandi kunngerð er frá 2009.

