Økingin kemur sjálvsagt væl við hjá føroysku flakatrolarunum
Næsta ár veksur heildarkvotan av toski í Barentshavinum fyri fyrstu ferð í seks ár, og tað eru tíðindi, sum skapa gleði umborð á føroysku flakatrolarunum og hjá reiðaríum teirra.
Tí seinastu árini hevur gongdin í fiskiskapinum í Barentshavinum verið døpur við støðugt minkandi kvotum. Men nú tykist vend vera komin í.
Í hvussu er hevur ICES hækkað sítt tilmæli um toskaveiðuna næsta ár við 16 prosentum í mun til tilmæltu veiðuna í ár. ICES-tilmælið fyri toskafiskiskapin í Barentshavinum í 2027 er 312.667 tons.
Og hóast viðurskiftini millum Noreg og Russland hava verið stak trupul seinastu árini orsaka av Ukraina-krígnum, og serliga síðan Noreg í fjør summar setti revsitiltøk í verk ímóti russisku reiðaríunum Norebo og Murman Seafood, so er tað nú eydnast londunum at gera semju um fiskiskapin í Barentshavinum næsta ár.
Avtalan er júst gjørd í Istanbul í Turkalandi, har samráðingaruboðini hjá londunum hittust, og var hetta fyrstu ferð, at norðmenn og russar samráddust andlit til andlits um kvotabýti, síðan Russland leyp á Ukraina í februar 2022.
Avtalan ber við sær, at felagskvotan av toski næsta ár verður 325.000 tons - eitt vet meira enn ICES-tilmælið og14 prosent meira enn felagskvotan fyri í ár, sum er tann lægsta síðan 1991. Hetta er fyrstu ferð í seks ár, at felagskvotan yvirhøvur er økt.
Føroyingar fáa burturav kvotunum hjá bæði Noregi og Russlandi, og tí kemur økingin sjálvsagt væl við hjá føroysku flakatrolarunum, sum fiska føroysku kvotuna í Barentshavinum, sigur Hanus Hansen, formaður í Føroya Reiðarafelag og stjóri í JFK, ið eisini rekur fiskiskap í Barentshavinum.
Hoyr beinleiðis samrøðuna við Hanus Hansen í útvarpstíðindunum: Útlit fyri øktari toskakvotu í Barentshavinum fyri fyrstu ferð í seks ár | Kringvarp Føroya
Tað skrivar Ingolf Sólheim Olsen á kvf.fo

