Brúka HEYSTFRÍÐTÌÐINA Á SJÓSAVNINUM
Savnsfagnaður er í heystfrítíðini mánadagin 12. til fríggjadagin 16. oktober, og Sjósavnið hevur opið allar dagarnar frá kl. 10 til 16.
Hetta verður nokk seinasti Savnsfagnaðurin á gamla Sjósavninum. Eftir ætlan verður farið undir nýtt Sjósavn næsta ár.
Tað nýggja í 2026 er ein flott sílaframsýning úr Hoyvíkstjøgn. Vit hava 53 flott síl at vísa tykkum, og vit halda sjálv at hesi eru serstakliga flott og serstøk. Nakrir állar úr Hoyvíkstjørn eru eisini hjá sílunum.
Eitt annað spennandi er, at vit hava hávaungar. Tveir hávaungar eru nú klaktir undan smáblettuta reyðhávinum hjá okkum. Hesir fittu hávar taka seg væl fram nú. Tað tók 1 ár og 19 dagar áðrenn fyrsti ungin kom úr egginum. 6 unger eru eftir í eggunum ávegis til kleking.
Kostnaður –
15 ár og eldri: 80 kr.
Børn 5 - 14 ár: 40 kr. Yngri børn sleppa inn ókeypis.
Vit skilja at tað kann kennast óhugaligt, at vit taka gjald fyri Savnsfagnaðin. Støðan er tann, at okkum tørvar allan styrk vit kunnu fáa. Vit byggja nýtt Sjósavn meðan vit reka tað gamla, av hesi orsøk taka vit gjald aftur hesaferð.
Sí myndbrot frá savnsfagnaðinum 2024.
https://www.youtube.com/watch?v=axDmyCaP2AM
Meira um Sjósavnið. https://www.youtube.com/@foroyasjosavn
Kunning um nýtt Sjósavn. https://www.youtube.com/watch?v=hIeliFALlHc
Gevi gætur
Tórshavnar kommuna leggur nýggja kloakk út framvið Sjósavninum í løtuni. Í hesum samandi er eitt sindur rokaligt, ja og kanska festligt eisini. Tað ber til at parkera ovast á Rættargøtu, men umráðandi er at arbeiðsbilar hjá Articon kunnu sleppa framvið

