Veðrið
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Smáskýggjað, okkurt ælið, og í støðum møguliga mjørki.
Fyrrapartin trilkar so líðandi til lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, tað dregur á luftina sunnaneftir og sum frálíður samdrigið og ælaveður ella regn.
Seinnapartin støkkur hann vestur í útsynning, og veksur vindin til frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, og sum frálíður skiftandi skýloft og yvirhøvur turt.
Í nátt skýggjað ella hálvskýggjað og ælaveður.
Fyrrapartin í morgin vaksandi til frískan vind upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, tað dregur á luftina og sum frálíður samdrigið og regn.
Hitin 6 til 10 stig, í nátt niður í 2 stig.

