Útlendingar hava fingið slakar 5,5 milliónir krónur úr fiskavirkisskipanini fyrstu níggju mánaðirnar í ár

Tað er 42 prosent av útgjaldinum

Ein vaksandi partur av útgjaldinum úr fiskavirkisskipanini fer til útlendingar. Fyrstu níggju mánaðirnar í 2026 var parturin 42 prosent, samanborið við 10 prosent í 2016.

Tað vísir eitt svar frá Margit Stórá, landsstýriskvinnu, til ein skrivligan fyrispurning frá Liljan Weihe, løgtingskvinnu, um fiskavirkisskipanina og útlendingar.

Higartil í ár eru góðar 13 milliónir krónur goldnar úr skipanini. Av hesum eru slakar 5,5 milliónir farnar til útlendingar og 7,6 milliónir til danskar ríkisborgarar, sum eisini fevna um føroyingar.

Í 2025 fingu útlendingar knappar 5,4 milliónir krónur úr skipanini. Tað svaraði til 37 prosent av samlaða útgjaldinum. Í 2024 var parturin 40 prosent.

Greinin stendur á in.fo -LES ALT 42 prosent av útgjaldinum fara til útlendingar - info