Manningin á Cattleya fekk lagkøku umborð frá Varðanum Pelagic
Bæði Finnur Fríði og Beinur hava landað makrel á Tvøroyri í vikuni.
Á fyrsta sinni landaði danska skipið Cattleya, sum kom við 500 tonsum av makreli. Skipið er skrásett í Esbjerg.
Manningin á Cattleya fekk lagkøku umborð frá Varðanum Pelagic, tí sum tey siga " tí teir skulu kenna seg væl".
Upplýsingarnar hava vit frá facebook-vanganum hjá Varðanum Pelagic.

