Katrin Jóhanna seld til Noregs
Skipið er selt til norskar eigarar og sørvingar hyggja eftir nýggjum skipi.
Og sum skilst er okkurt í stoypiskeiðini, sum er við koma undir land.
Tað var hin 11. december 2018 at Katrin Jóhanna stevndi inn á Miðvág á fyrsta sinni. Partafelagið Kinnfelli hevði keypt Zeta úr Noregi. Síðani eru eigararnir í felagnum farnir í tvey, annar parturin er farin í samstarv við Ango í Vági og hin partur er eftir í Sørvági við Katrin Jóhannu sum aktiv, sum nú er seld.
Fýra systurskip eru av hesum slagnum, har 3 blivu bygd í Chile, tey vóru: El Cazador(1997), Murman II(1998) og Christian í Grótinum(1998). Og Zeta/Herøy/Katrin Jóhanna(1997) bygd í Noreg. Í dag eru hini 3 systurskipini heimahoyrandi í Chile og Katrin Jóhanna við heimstaði í Føroyum og skjótt undir norskum flaggi aftur.
Teir 3 í Chile bygdir hjá skipasmiðjuni Astilleros y Servicios Navales í Santiago og Zeta/Herøy/Katrin Jóhanna(1997) hjá Myklebust Mek. Verksted í Noreg.
Tað skrivar jn.fo, sum vísir til vagaskip.fo

